Skip to main content

Leiðbeining til próvtøku í lívfrøði í sambandi við netborið undirvísingartilfar

 

Leiðbeiningin tekur støði í námsætlanini fyri lívfrøði og í próvtøkukunngerðini fyri fólkaskúlan.

Í dømingargrundarlagnum fyri lívfrøði stendur m.a. soleiðis:

Próvtøkutilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini.

Hetta merkir, at próvtøkan er grundað á gerandisdagin hjá næmingunum, í hesum førinum á netborið undirvísingartilfar. Hetta er í samsvari við §15 í próvtøkukunngerðini, sum í stk. 2 ásetur, at:

Próvtøkan kann vera heilt ella lutvíst talgild viðvíkjandi próvtøkugrundarlagi, próvtøkugongd og svari.

§17 stk. 3. í próvtøkukunngerðini ljóðar soleiðis:

Skúlin skipar fyri, at próvtakari ikki fær samskift við umheimin, meðan próvtøkan fer fram, uttan so, at samskiftið er partur av próvtøkuni sambært viðkomandi námsætlan.

Samskifti er ikki partur av próvtøkuni í lívfrøði, men av tí at tilfarið er netborið, kann atgongd til tilfarið hava við sær, at próvtakarin fær møguleika at samskifta við umheimin í fyrireikingartíðini og undir próvtøkuni. Hetta er ikki í samljóði við próvtøkukunngerðina.

§17 stk. 5. í próvtøkukunngerðini ásetur, at:

Skúlin ger ítøkiligar mannagongdir við støði í leiðbeining, sum Mentamálaráðið ásetir um viðurskifti í sambandi við at nýta teldu og aðrar miðlar til próvtøku.

§17 stk. 5 er løgd Próvstovuni at umsita, og við hesi heimild ásetur Próvstovan hesar reglur:

Fyri at fylgja teimum reglum, ið eru ásettar í sambandi við próvtøkuna í lívfrøði, má skúlin, tá talan er um netborið tilfar, tryggja, at:

  1. próvtakarin ikki fær samskift við umheimin í fyrireikingartíðini og undir próvtøkuni.
  2. tilfarið og tilhoyrandi fylgiskjøl, ljóðfílur, filmar o.a., eru tøk hjá próvtakaranum próvtøkudagin.
  3. tilfarið og tilhoyrandi fylgiskjøl, ljóðfílur, filmar o.a., eru tøk hjá próvdómaranum, soleiðis at hann/hon fær fyrireikað seg.

 

Próvstovan

Hanna Ziskason Hansen, deildarleiðari