Skip to main content

Fólkaskúlar við hádeild

Kunning og leiðreglur í sambandi við skrivligu próvtøkur fólkaskúlans

 

Skúlaleiðarin skal tryggja, at umsjón er í próvtøkuhølinum, og hevur somuleiðis ábyrgd av at eftirkanna, at allar teldur virka, sum tær skulu.

Allir næmingar, ið eru innskrivaðir til próvtøku, skulu vera skrásettir í Kervi fyri at fáa atgongd til Wiseflow. Atgongd til Wiseflow fæst við at rita inn á roynd.skulin.fo við Office-brúkaranum.

Fyri at próvtøkurnar skulu eydnast sum best, verður mælt til, at allir næmingar royna at loysa próvtøkulíknandi uppgávur í Wiseflow í góðari tíð fyri próvtøkurnar.

 

Mannagongd:

  • Øll próvtøkuavrik vera latin inn í Wiseflow.
  • Framsetingar verða skrivaðar við tekstviðgerðarforriti á skjal við síðuhøvdi, sum vísir, hvør próvtakarin er.
  • Framsetingar verða goymdar sum pdf-skjøl og sendar sum viðfesti í Wiseflow.
  • Í greiðslurokning letur próvtakarin inn avrik á pappíri, sum próvfyrisitarin talgildar floksvís og leggur sum eykatilfar í Wiseflow til próvdómarar.

Mælt verður til at brúka ein av hesum kagum: Edge, Chrome, Firefox ella Safari.

 

Hjálparmiðlar

Um avmarkingar ikki eru ásettar í námsætlanunum fyri einstøku lærugreinarnar, kann próvtakarin brúka talgildar eins og aðrar hjálparmiðlar, sum eru brúktir í undirvísingini. Próvtakarin kann sostatt hava lærubøkur, uppgávur og annað tilfar við til próvtøkuna. Netið er í høvuðsheitum opið og kann nýtast í tann mun, tað er viðkomandi fyri próvtøkuavrikið.

Próvtakarin skal sjálvur framleiða próvtøkuavrikið og hevur ikki loyvi at samskifta við onnur undir próvtøkuni, hetta er eisini galdandi fyri tilgjørt vit. Hetta merkir, at avritingarforrit og hjálparmiðlar, sum heilt ella í stóran mun kunnu framleiða avrikið fyri próvtakaran, ikki eru loyvd. Sum dømi kunnu nevnast Photomath, Grammarly, ChatGPT og aðrir líknandi hjálparmiðlar. Mælt verður til, at skúlar steingja atgongdina til hesar og líknandi hjálparmiðlar, meðan próvtøkur fara fram.

Til próvtøkuna í fimisrokning í 9. flokki hevur próvtakarin ikki loyvi at brúka lummaroknara, heldur ikki á telduni ella á netinum.

Próvtakarin hevur bert loyvi at samskifta við umsjónarfólkini/vaktirnar, meðan hann er til próvtøku.

 

Gevið gætur:

Viðvíkjandi próvtakarum við skerdum virkisførleika verður víst til:Vegleiðingar í sambandi við royndir og próvtøkur innan serøkið.

 

Próvstovan

31. mars 2023

 


 

Á provstovan.fo finnur tú: Vegleiðingar til Wiseflow